2023-08-02 07:14
Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Fagraberg hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi og veiðan, sum er umleið 2.800 tons, skal landast til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður makrelurin framleiddur til fóður.
Tá ið Fagraberg kom á Fuglafjørð, landaði Tróndur í Gøtu beint undir 1.000 tons av makreli til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald