Um fáar dagar verður býtið av kvotum til makrel og sild til vinnuligar royndir og verkætlanir væntandi kunngjørt. 60 prosent av kvotuni er sett av til »nýggjar verkætlanir«.
Ein av teimum nýggju aktørunum, sum hevur søkt um kvotu, er felagið JKS Impex, ið ætlar at troyta nýggjar leiðir við uppisjóvarskipinum, Ruth.
Ætlanin er í høvuðsheitum at ganga nýggjar leiðir við at fiska reyðæti, tó kombinerað við sild og makreli.
- Vit hava arbeitt við hesum í fleiri ár, og nú eru vit um at koma á mál við drúgvu fyrireikingunum. Men alt avhongur nú av, um vit fáa lut í kvotuni fyri sild og makrel, sigur ein talsmaður fyri felagið.
Hann greiðir frá, at fiskiskapurin við Ruth verður grundaður á eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan við reyðæti – umframt at teir hava ætlanir um at byggja virki til at at virðisøkja fongin í Føroyum.
- Í eina tíð hevur verið granskað í reyðæti, og tað vísir seg, at tað ber til at fiska hetta á burðardyggum grundarlagi. Tað vísir seg eisini, at ongastaðni í heiminum eru so góðir møguleikar til at troyta reyðætið burðadygt, sum júst her í føroyskum sjógvi, tí viðurskiftini eru heilt serlig her.
Hann leggur dent á, at í fyrireikandi arbeiðinum hava teir havt gott samstarv við Havstovuna og granskarar á økinum. Um verkætlanin ber á mál, verður veiðan tí undir strongum vísindaligum eftirliti, tí hetta eisini er eitt áhugavert øki fyri granskarar.
Marknaðurin fyri reyðæti er stórur, tí smáu skeljadjórini eru full av góðum evnum.
- Hetta er ein sólskinssøga í allar mátar. Bæði í mun til reyðæti sum nýggja, burðardygga rávøru, í mun til samstarvið við vísindafólk, í mun til nýggjar marknaðir og í mun til nýggj arbeiðspláss og nýggja vinnu í landinum. Hartil hevur tað eydnast at finna allan eginkapitalin hjá føroyskum íleggjarum - og áhugin hevur verið sera stórur, so ætlanin hevur dyggan stuðul millum fólkið.
Ítøkiliga ætlanin er at arbeiða og virðisøkja reyðætið á landi í Føroyum. Felagið hevur longu fingið ávíst 10.000 fermetrar av lendi til at byggja virkið á, og tað fer sjálvandi at skapa nýggj arbeiðspláss.
Men fyri at verkætlanin við reyðætinum skal bera til, hava fíggingarstovnarnir sett sum krav, at Ruth eisini skal fiska nakað av sild og makreli, fyri at fáa gongd á, inntil reyðætið kann bera seg í sjálvum sær.
- Nú samgongan sigur seg vilja geva nýggjum aktørum ein kjans, eru vit bæði spentir og vónríkir. Hetta er jú einasti mátin at sleppa inn á marknaðin, har teir stóru og etableraðu sita á tí mesta. Tað eru hópatals góð hugskot í Føroyum, men tað vísir seg vera sera torført at sleppa framat, sigur talsmaðurin.
Hann slær tó fast, at eftir jaligu signalunum frá politisku skipanini um, at nýggjar verkætlanir nú skulu fáa 60 prosent av kvotuni, vóna teir, at tað eisini verður pláss fyri nýggjum, virkisfúsum aktørum, sum teimum.
- Vit skulu jú bara hava ein part fyri at kunna koma í gongd. Vit eru øgiliga spentir, sigur hann.
Tað er Sámal Jákup Sakarisson, sum er stjóri í JKS Impex Sp/f.
Les eisini: Ætlanir um at keypa Ruth til Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald