Faroe Origin hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens Skibsvæft í Skagen um bygging av tveimum trolarum.
Felagið seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í november 2021, og fekk tá tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.
Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin. Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var at byggja nýtt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku. Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.
Hugsa er eisini um umhvørvi – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.
Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald