Innanlands

Fegnir sjómenn

Sjómanstrúboðarin hjálpti manningini á Stavfjord við internetinum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-07-04 16:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í vikuni varð hollendska handilsskipið Stavfjord, sleipað inn á Sund av Samsoni hjá Mest.

Stavfjord fekk maskintrupuleikar eystan fyri Føroyar ávegis til Ísafjørðin í Íslandi við skervi, úr Norra og bað um hjálp. Teir koma at liggja nakrar dagar á Sundi, til brekið er rættað.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Teir vóru blíðir og bjóðaðu drekka. Tá trúboðarin spurdi, um hann kundi hjálpa við nøkrum, svaraðu teir kvikir.

- Vit hava einki netsamband umborð, tí vit hava bara netsamband tá vit eru í Danmark, Norra og Svøríki og ikki í Føroyum ella í Íslandi. Kanst tú hjálpa okkum við netsambandið?

Tórshavnar Havn hevur einki netsamband á Sundi, sum teir til dømis hava á havnalagnum í Havn og í Kollafirði. Tí var ringt til Føroya Tele, sum kundi selja simkort og netsamband.

So var koyrt til Hoyvíkar, har samband varð keypt til allar.

Ætlannin var at keypa okkurt smávegis annað, tá ein teirra kortini var komin í býin, men tá hann hevði fingið samband við netið, var hitt ørindi líkamikið.

- Nú vera allir fegnir umborð, tí nú kunnu vit tosað við okkara kæru, ja, síggja tey eisini- var fegna niðurstøðan hjá sjómanninum.

Teir vóru fegnir fyri trúboðaravitjaninna, fyri skriftliga tilfarið og fyri ørindi, sum gav netsamband. Soleiðis gongur ofta tað tímiliga og andaliga arbeiðið hond í hond hjá Sjómansmissiónini.

Stavfjord er 113.76 metrar langur og 14.4 metrar breiður og er bygdur í 2005.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder