Innanlands

Fingu nógvan makrel

Polar Nanoq hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og teir hava fiungið 465 tons, upplýsir Jóan Petur Petersen, skipari

2019-08-14 20:24 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava roynt í altjóða sjógvi, norðanfyri Føroyar, eftir makreli og hava 465 tons inni. Har var nógvur makrelur at fáa, men vit máttu bróta túrin av vegna hol á einum røri, sum vit ikki fingu gjørt aftur úti á sjónum.

Tað sigur stýrimaðurin á grønlendska frystitrolaranum Polar Nanoq, Jóan Petur Petersen.

- Fyrr í summar royndu vit eftir makreli í grønlendskum sjógvi, men makrelurin hvarv har, og tí hava vit nú roynt í altjóða sjógvi. Har vóru nógv skip og frá fleiri londum, sigur Jóan Petur Petersen.

Polar Nanoq landaði makrelin á Kollafirði í gjár og fer aftur á makrelveiðu, tá teir eru lidnir at landa. Trolarin fiskar annars bæði svartkalva, tosk og kongafisk.
24 mans eru við Polar Nanoq, og tvær manningar hoyra til skipið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder