Innanlands

Finnur Fríði kom á Tvøroyri í morgun við makreli

Finnur Fríði kom á Tvøroyri í morgun við 675 tonsum av makreli

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-07-01 19:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í morgun á Tvøroyri við 675 tonsum av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Makrelskipini hava í løtuni góðan fiskiskap. Tróndur í Gøtu og Gøtunes hava júst landað umleið 700 tons tilsamans til Varðan Pelagic.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder