Innanlands

Finnur Fríði og Gøtunes skulu landa makrel í Fuglafirði

Uppsjóvarskipini Finnur fríði og Gøtunes hava fiskað makrel, og skulu bæði landa til Havsbrún

Gøtunes og Frinnur Fríði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gøtunes og Frinnur Fríði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-04 11:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Finnur Fríði er byrjaður at landa 1.600 tons, og Gøtunes hevur 1.550 tons av makreli, sum skipið skal landa aftaná Finn Fríða.

Skipini byrjaðu fiskiskapin norðanfyri í altjóða sjógvi, men endaðu bæði í føroyskum sjógvi, har føroysku makrelskipini nú fiskað.

Gøtunes sleppur framat at landa í morgin.

Hjá Havsbrún verður makrelurin framleiddur til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder