2023-07-10 07:13
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði skal landa 900 tons av makreli á Tvøroyri.
Teir hava fiskað makrel norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan - 900 tons, verður landað til Varðan Pelagic, og byrjar Finnur Fríði at landa nú klokkan átta.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald