Innanlands

Finnur Fríði skal landa makrel mikudagin

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði skal landa makrel til Havsbrún

Finnur Fríði bíðar í løtuni eftir landingartørni í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði bíðar í løtuni eftir landingartørni í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-08-06 21:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði skal landa makrel til Havsbrún.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipið hevur fiskað umleið 2000 tons av makreli, sum skal landast til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá Finnur Fríði hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder