Í samstarvi við norskt granskingarsamtak hevur Fiskaaling sett í verk eina verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna trivnaðin hjá laksi, sum verður settur út á harðbalin aliøki.
Talan er um eina post-doc-verkætlan, sum Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, stendur á odda fyri, í samstarvi við Øystein Patursson, ið eisini er granskari á Fiskaaling.
Verkætlanin nevnist "Salmon and the Surf” og snýr seg um, hvussu laksur trívist og ber seg at í alibrúkum við nógvari aldu. Í stóran mun er verkætlanin fíggjað av Exposed, sum er eitt norskt granskingarsamstarv, har granskingarstovnar og alifyritøkur samstarva um at útvega nýggja vitan um aling á harðbalnum økjum.
Talan er um at eygleiða laksin við eitt nú videotólum og ekkoloddi og harvið fáa staðfest, hvussu laksurin háttar sær á harðbalnum økjum í mun til øki, har høg alda og streymur ikki hava so stóra ávirkan á umhvørvið hjá laksinum.
- Tað, sum vit vita er, at laksur hevur tað við at svimja ímóti rákinum, tá tað rekur hart. Spurningurin er so, hvussu hann ber seg at í stórari aldu. Fyribils halda vit, at hann svimur djúpri og kanska trunkar seg saman longur niðri í sjónum, og hetta kann ávirka trivnaðin. Endamálið er at skráseta atferðina hjá laksinum og eisini fáa staðfest, hvussu trivnaðin er, sigur Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling.
Umframt video- og ekkólodskanningar verður talan verður um gera eina røð av øðrum eygleiðingum. Eitt nú í mun til fjaðraslit, roðslutap, hvussu skjótt laksurin svimur, um hann er í eini støðugari torvu ella hevur lyndi til at spjaða seg, hvussu skjótt hann veksur, og so framvegis.
Spurd um, hvussu tað møguliga kann setast inn fyri at bøta um trivnaðin hjá laksinum, har hesin kundi verið betri, sigur Ása Johannesen:
- Um so er, at laksurin trunkar seg saman í botninum av aliringinum, tá stór alda er, kann ein loysn møguliga vera at gera nótirnar í aliringunum djúpri, so laksurin hevur rúm til at kava.
Fyrireikingaarbeiðið til kanningarnar hjá Fiskaaling er farið í gongd, og sjálvt feltarbeiðið fer at byrja í vetur á serliga útsettum alibrúki í Føroyum. Enn er tó ikki endalig støða tikin til, hvar hetta verður.
Av tí, at verkætlanin er partur av Exposed, fer hon at lata upp fyri samstarvi við granskarar í Noregi, sum kunnu vitanarmenna gransking av slíkum slagi á Fiskaaling. Hetta samstundis sum alibrúk í Føroyum, ið eru serliga útsett fyri aldu, kunnu veita umheiminum betri vitan um aling á harðbalnum økjum.
Post-doc-verkætlanir verða ofta settar verk sum tíðaravmarkað størv í kjalarvørrinum av phd-verkætlanum ella sum ein víðarimenning av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald