Innanlands

Fiskaaling skipar fyri vísindaráðstevnu 20. oktober

Tólv granskarar fara at leggja fram nýggja og týdningarmikla gransking - "Vitan til varandi aling" er heitið, og tað verður á Hotel Hilton

Ráðstevnan vendir sær í høvuðsheitinum til føroyska granskingarumhvørvið, fakfólk úr vinnuni og almenna myndugleikanum. Harafturat eru lesandi frá hægri lærustovnum eisini vælkomin - tilmelding krevs

Ráðstevnan vendir sær í høvuðsheitinum til føroyska granskingarumhvørvið, fakfólk úr vinnuni og almenna myndugleikanum. Harafturat eru lesandi frá hægri lærustovnum eisini vælkomin - tilmelding krevs

2023-10-10 21:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Vitan til varandi aling" er heitið á vísindaráðstevnu, sum Fiskaaling skipar fyri fríggjadagin 20. oktober 2023. Tiltakið er á Hiltin Garden Inn í høvuðsstaðnum.

Á ráðstevnuni fara 12 granskarar at leggja fram nýggja og týdningarmikla gransking, sum er viðkomandi fyri alivinnuna. Talan er granskarar við drúgvum royndum frá Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO), Aqua Kompetance (NO) og SYKE (FI).  

Ráðstevnan vendir sær í høvuðsheitinum til føroyska granskingarumhvørvið, fakfólk úr vinnuni og almenna myndugleikanum. Harafturat eru lesandi frá hægri lærustovnum eisini vælkomin - tilmelding krevst.  

Framløgurnar viðgera evni, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna í breiðum høpi og fevna um avlúsing og fiskavælferð, veðurlagsavbjóðingar, búskapar- og samfelagsviðurskifti. Evnini eru tískil viðkomandi fyri fleiri fakbólkar.  

[object Object]

Hetta er aðru ferð at Fiskaaling skipar fyri ráðstevnuni Vitan til varandi aling. Í 2021 var ráðstevnan hildin á netinum orsaka av koronusmittuni.  

- Orsøkin til, at Fiskaaling er farið undir at skipa fyri ráðstevnuni, er tí vit meta, at tað er tørvur á at savna granskarar og fakfólk, ið sita runt á ymsum stovnum og fyritøkum. Á ráðstevnuni fáa luttakarar kunning um hvat rørir seg á ymsum granskingarstovnum og í okkara grannalondum, og kunnu fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Tiltakið kann tískil vera við til at styrkja granskingarumhvørvið tvørtur um stovnar og fakmørk.

- Skráin er fjølbroytt og viðkomandi, og vit eru errin av at hava fingið so nógvar ymiskar granskarar at koma á ráðstevnuna at greiða frá síni gransking, gur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling. 

Høvuðsevnini í ár eru Lús og fiskavælferð, Veðurlagsbroytingar, umframt Aling, búskapur og samfelag: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um fíggjarligu gongdina í alivinnuni. 

Freistin at melda seg til tiltakið er mánadagin 16. oktober. Tað kann gerast her, har skráin eisini sæst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder