– Sum heitið sigur, so er Sea Lice International Conference ein altjóða ráðstevna, og er hetta trettanda ferð, at ráðstevnan verður hildin. Upprunaliga ætlanin var, at lúsaráðstevnan skuldi verða í oktober 2020, men hesum forðaði korona fyri. Men nú verður tað, og tað gleða vit okkum til, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling. Tí at savna granskarar at umrøða, viðgera og geva hvørjum øðrum íblástur er so týðandi partur av vitanarframleiðsluni, leggur hon afturat.
Tað er ikki bara aling í Føroyum, ið hevur avbjóðingar við lús. Kring allan heimin eru líknandi avbjóðingar, sum granskarar og vinnan arbeiða við at fáa meiri vitan um. Hetta krevur umfatandi gransking, sum eisini umfatar serfrøði innan fyri fleiri ymiskar vísindagreinir.
Á ráðstevnuni verður ein røð av framløgum innan fleiri høvuðsevni, so sum: Lúsalívfrøði, arvafrøði, viðgerðarhættir, fiskavælferð, modellering og ávirkan á villfisk.
Øll skráin er at finna á heimasíðuni www.sealiceconference.net.
Luttøka á ráðstevnuni er opin fyri granskarum, vinnuni og øðrum, ið hava áhuga at kunna seg um, hvat fremsta gransking hevur at leggja fram um lús og viðkomandi viðurskifti, ið kunnu knýtast at lús og lúsabasing,
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá ráðstevnumi.
Fiskaaling
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald