Innanlands

Fiskavøruútflutningurin vaksin 1,8 milliardir seinasta árið

Í tíðarskeiðnum august 2025 til juli 2026 var fiskavøruútflutningurin um 13,8 milliardir krónur.

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-09-20 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum august 2025 til juli 2026 varð útflutt fyri knapapr 14,5 milliardir krónur, sum er ein vøkstur á 1,5 milliardir í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.

Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var um 13,8 milliardir - ein vøkstur á knapapr 1,8 milliardir ella 14,7 prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli, fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum eina milliard krónur seinastu 12 mánaðirnar, og tað er ein vøkstur á 17,3 prosent í útflutningsvirðinum í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, meðan nøgdin vaks góð 25.000 tons – ella 25,6 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 390 milliónir krónur – ella 32 prosent – meðan útflutta nøgdin er vaksin við 11,9 prosentum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder