Innanlands

Fleiri landingar í Fuglafirði

Fleiri landingar eru hjá Havsbrún í hesum døgum

Svartkjaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Svartkjaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-27 20:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tóndur í gøtu hevur júst landað umleið 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Seinnpartin í dag byrjaði Vestmenningur at landa 650 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Aftaná Vestmenning skal Arctic Voyager landa 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún. Eisini Arctic Voyager hevur fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Fagraberg, Gamli Jupiter og Finnur Fríði liggja allir á Runavík og bíða eftir landingartørni. 

Ringa veðrið ger hevur eisini við sær at skipini fara ikki útaftur til fiskiskap í verandi løtu, men so skjótt veðrið batnar verður loyst aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder