Innanlands

Fleiri landingar í Fuglafirði

Fleiri skip eru komin inn við makreli, sum verður landaður til Pelagos

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-01 21:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina eru fleiri skip komin inn at landa makrel til Pelagos.

Katrin Jóhanna hevur landað 220 tons av makreli til Pelagos, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Arctic Voyager hevur landað 390 tons av makreli til Pelagos. Arctic Voyager hevur fiskað makrel í norskum sjógvi, og landaði eisini sína last til Pelagos í Fuglafirði.

Fagaberg kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa 600 tons av makreli til Pelagos, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Stutt eftir at Fagraberg kom á Fuglafjørð, kom Birita eisini á Fuglafjørð. 

Birita hevur 330 tons av makreli við til lands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder