Seinastu daganar hevur nógv veirksemið verður í Fuglafirði. Fagraberg landaði leygardagin, og síðan hava skipini siglt regluliga á Fuglafjørð at landa.
Fagraberg landaði leygardagin 850 tons av makreli til Pelagos, sum skipið hevur fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Sunnudagin kom Christian í Grótinum á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa 900 tons av makreli til Pelagos. Eisini Christian í Grótinum hevur havt hampiligan fiskiskap, og tá ið liðugt var at landa fór skipið aftur til fiskiskap.
Í gjár byrjaði Arctic Voyager, úr Hvalba, at landa sína last. Arctic Voyager skuldi landa 350 tons av makreli til Pelagos.
Birita kom á Fuglafjørð í gjár, har skipið skal landa 1000 tons til Havsbrún.
Katrin Jóhanna byrjaði at landa til Pelagos í morgun, har skipið skal landa 250 tons av makreli. Eins og hini skipini hevur Katrin Jóhanna eisini fiskað norðanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald