Innanlands

Fleiri makrel landingar í Fuglafirði

Arctic Voyager kom í dag á Fuglafjørð við 550 tonsum av makreli

Arctic Voyager kom um seinnapartin á Fuglafjørð (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager kom um seinnapartin á Fuglafjørð (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-29 20:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom seinnapartin í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Arctic Voyager hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og við til lands hevði skipið 550 tons av makreli, sum skuldi landast til Pelagos.

Hoyvík hevði júst landað umleið 700 tons til Pelagos, og var júst liðugur at landa tá ið Arctic Voyager kom inn.

Arctic Voyager byrjaði at landa beinanvegin tá ið teir komu inn.

[object Object]Hoyvík hevði júst landað umleið 700 tons tá ið Arctic Voyager kom inn at landa (Mynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder