Innanlands

Fleiri skip hava landað makrel seinastu dagarnar

Borgarin er eitt av skipunum, sum hevur landað makrel seinastu dagarnar

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-07-28 21:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hava fleiri skip landa makrel í Føroyum.

Í Fuglafirði hevur Borgarin landað 150 tons av makreli, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Høgaberg hevur júst landað 200 tons, sum eisini er landa til Pelagos í Fuglafirði, og íslendska skipið barðið landaði um vikuskiftið 400 tons til Pelagos.

Borgarin er farin á Ánirnar, meðan Høgaberg er farin aftur til fiskiskap.

Á Tvøroyri hevur Finnur Fríði landað 500 tons, og fór síðani á Søldarfjørð at liggja aftaná.

Gøtunes hevur júst landað 300 tons av makreli á Tvøroyri, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Tað er Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum tekur ímóti makrelinum hjá Finnur Fríða og Gøtunes.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder