Innanlands

Fleiri skip komin inn at landa sild

Arctic Voyager, Vestmenningur og Jupiter eru øll komin inn av sildafeltinum at landa sild í Føroyum

Arctic Voyager er eitt av skipunum, sum er komið inn at landa sild (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager er eitt av skipunum, sum er komið inn at landa sild (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-20 07:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Virkini hava úr at gera at virka sildina, sum skipini fiskað. Landað verður til mest sum øll virkir í landinum, nú skipini hava góðan sildafiskiskap í íslendskum sjógvi.

Vestmenningur kom í gjár inn við 1.300 tonsum av sild, har ein partur skuldi landast til Vestmanna Seafood, og restin til Pelagos í Fuglafirði.

Jupiter kom í gjár inn við 1.030 tonsum, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.

Jupiter hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og var einans á feltinum í eina nátt og hevði tvey hál.

Fyrsta hálið gav 580 tons og seinna gav 450 tons. Talan er um sera góða sild, sum skipini fáa.

Ein partur av veiðuni hjá Jupiter skal lossast upp í bilar í Fuglafirði, sum síðani koyra til Tavuna, har sildin skal virkast. Restin verður landað til Pelagos.

Arctic Voyager kom í gjákvøldið inn við 1.300 tonsum av sild, sum helst skulu landast í Fuglafirði. Tá ið fiskur.fo tosaði umborð í gjárkvøldið var ikki heilt avgjørt hvar skipið skuldi landa, men roknað var við, at tað bleiv til Pelagos. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder