2023-11-11 18:40
sildafiskiskapurin í íslendskum sjógvið hevur rættuliga tikið seg upp, og tað sæst aftur við bryggjukantin í Fuglafirði, har fleiri skip liggja og landa til Pelagos.
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna og Gamli Jupiter eru júst komin inn við ávíkavist 1.250 og 1.100 tonsum av sild, sum skal landast til Pelagos.
Christian í Grótinum er eisini komin inn, og bíðar eftir landingartørnið. Christian í Grótinum hevur 1.800 tons av sild, sum skal landast til Pelagos.
Tá ið liðugt er at landa, fara øll skipini aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald