2023-06-14 21:09
Trý uppsjóvarskip hava seinasta samdøgrið landað til Havsbrún.
Borgarin landaði 1.100 tons, Tróndur í Gøtu hevði umleið 500 tons og Tummas T hevði eisini 1.100 tons.
Skipini, sum øll hava verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, landaðu veiðuna til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður, upplýst verður, at skipini høvdu mest sil, men eitt sløð av makreli og svartkjafti var eisini í.
Borgarin er farin á Ánirnar eftir at hava landað, meðan Tróndur í Gøtu og Tummas T framvegis liggja á Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald