Innanlands

Flotin hjá Bakkafrosti á Skálafjørðinum

Fremst í fylginum er nýggjasta skipið í flotanum, Bakkafossur. Klokkan 12:30 verður móttøka á Glyvrum

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

2023-01-07 11:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein serlig sjón á Skálafjøðrinum í dag. Klokkan hálvgun eitt verður almenn móttøka av nýggja tænastuskipinum hjá Bakkafrosti, Bakkafossur.

Bakkafossur er eitt av heimsins størstu av sínum slagi, og er 109 metrar langur. Hitt stóra tænastuskipið hjá Bakkafrosti, Hans á Bakka, er til samanberingar 75,8 metrar langt.

Í sambandi við móttøkuna sigla skipini hjá alirisanum inn eftir Skálafjørðinum. Tey eru umframt Bakkafoss, Hans á Bakka, Martin, Róland, Vesthav og Víkingur.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

12:30: Bakkafossur leggur at. Fýrverk á bryggjuni

13:00: Skipið verður doypt

13:05 - 14:00 : Móttøka innandura á bryggjuni á Glyvrum við røðum og tónleikaframførslum

14:00 - 16:00 : Opið skip umborð á M/S Bakkafossi / Opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrost við ábiti

--

Sí myndir sum Jens Mortan Rasmussen tók á Toftum fyri løtu síðani:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder