2026-01-29 14:58
Íslendska lodnukvotan verður í ár 197.474 tons, og føryska kvotan verður umleið 9.874 tons, sum svara til 5 prosent av íslendsku kvotuni.
Tað eru skipini hjá Varðanum, Framherja og Palla hjá Marionnu, sum hava kvotur eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
Upprunaliga varð mælt til at íslendska lodnukvotan bleiv 44.000 tons í ár, men eftir at leitingin gav nógv betri úrslit enn væntað, bleiv mælt til at hækka lodnukvotuna fyri 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald