Innanlands

Framherji keypt íslendska partaeigaran út

Samherji og Framherji fara hvør til sítt

Ein partur av flotanum hjá Framherja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein partur av flotanum hjá Framherja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-29 18:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku partaeigararnir í Framherja hava keypt íslendska partaeigaran út, og samstundis keypa íslendingar tann føroyska partin í íslendska felagnum, Samherji hf.

Partarnir hava havt eitt gott og mennandi samstarv síðani 1994, men í sambandi við ættarliðsskifti í bæði Framherja og Samherja er semja gjørd um, at føroyingar yvirtaka partabrøvini, sum íslendingar áttu í Framherja, og føroyingar avhenda sín part í Samherja. Harvið er føroyski ognarluturin í Samherja seldur, meðan føroyingar hava keypt øll partabrøvini, ið Samherji átti í Framherja.

Avtalan umfatar eisini avhending av íslendska ognarpartinum í P/f Faroe Origin. Tað merkir, at Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Samherji átti í Faroe Origin.

Framherji við dótturfeløgum eigur og rekur uppsjóvarskipini ”Fagraberg” og ”Høgaberg” (í løtuni ”Gamli Jupiter”), frystitrolaran ”Akraberg”, og frystilínuskipini ”Jógvan I” og ”Stapan”.

Skipini hjá Faroe Origin eru partrolararnir ”Stelkur”, ”Bakur”, ”Heykur” og ”Falkur”. Vit í Framherja vilja takka Samherja fyri gott samstarv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder