Innanlands

Framherji yvirtekur nýggja Akraberg í morgin

Nýggi Akraberg verður yvirtikin av Framherja í morgin. Dópur verður fríggjadagin

Nýggi Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Nýggi Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-06-29 12:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað verður ein stórur dagur hjá reiðarínum Framherja í Fuglafirði í morgin, tá ið felagið yvirtekur sín fyrsta nýbygning.

Talan verður um nýbygningin Akraberg, sum er bygdur á Vard skipasmiðjuni í Brattvåg í Norra.

Skipið, sum er fyrsti nýbygningur í søgu felagsins, kostar 375 milliónir, og ikki 317, sum var upprunaligi kostnaðurin. 

Fríggjadagin, verður dópur í Brattvág, har reiðaríið hevur gjørt nógv burtur úr, fyri at hátíðarhalda stóru løtuna.

Akraberg kemur ikki til Føroyar áðrenn skipið fer til fiskiskap, men fer beinleiðis úr Norra tá ið skipið fer í vinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder