Um seks tíðina í leygarmorgunin kom Tukuma Arctica á Havnina á fyrsta sinni.
Tað er Royal Arctic Line sum eigur skipið, sum er í samsigling við Dettifoss og Brúarfoss á reyðu linjuni.
Tukuma fór úr Føroyum víðari til Aarhus seinnapartin leygardagin.
Systirskipið, Dettifoss, legði at á Molanum á fyrsta sinni fyri einum góðum mánað síðani.
Øll trý skipini eru bygd á Guangzhou Wenchong skipasmiðjuni í Kina. Í november mánaða fara tey trý skipini eftir ætlan í samsigling millum evropiska meginlandið, Føroyar, Ísland og Grønland.
Siglingin er samstarv millum Faroe Ship, Eimskip og Royal Arctic Line.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald