
Fyrrverandi Strandingur, sum seinastu tíðina hevur havt navnið Borðoyanes, skal upphøggast í Esbjerg. Skipið hevur ikki verið í vinnu seinastu tíðina.
Línuskipið, sum er bygt í 1963 er umbygt nakrarferðir, og hevur havt nøvnini Strandingur, Vesturhavið og Borðoyanes. Seinastu tíðina hevur Pf Regn á Toftum átt skipið.
Tað var seint í 2020 at Christian Matisen og aðrir keyptu Vesturhavið úr Vestmanna og skiftu navnið til Borðoyanes, og skipið fekk heimstað í Klaksvík.
Eitt nú hevur skipið fiskað kalva á Flemish Cap og Grand Bank.
Í januar 2023 fór skipið á tvang, og keypti felagið Regn á Toftum skipið, sum er ein partur av Framherja í Fuglafirði.
Regn eigur línuskipini Jógvan I og Stapan, og loyvini hjá Borðyanes vórðu deild yvir á hesi skipini.
Skipið hevur ikki verið í vinnu seinastu tíðina, og nú hava eigararnir tikið avgerð um at upphøgga skipið í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald