Eysturbúgvin kom á Toftir í morgun at landa veiðuna av sínum fyrsta túri. Teir høvdu 120 tons av gulllaksi, eftir at hava roynt í seks dagar.
- Ja, vit hava verið úti í eina viku. Vit byrjaðu suður móti markinum, á leiðum, vit vanliga royna á, men har var púra einki at fáa. So fóru vit vestur um Føroyar, og har var brúkiligur fiskiskapur. Tað sigur stýrimaðurin, Jónleif Kass.
-Skipið roynist væl, men meginparturin av manningini hevur ikki verið til fiskiskap við tí fyrr, so tað tekur óivað nakrar túrar, áðrenn vit koma rættiliga á lagið við arbeiðinum, sigur hann.
- Fiskurin verður pumpaður inn afturi á reyv og fer so gjøgnum rør fram í kølitangarnar. Tað riggar væl, eisini, um nógv er í. Størsta hálið var umleið 50 tons, men tað gekk væl. Norðmenn, sum áttu skipið, høvdu onkuntíð upp móti 400 tonsum í einum háli, og tað gekk eisini væl, sigur Jónleif.
-Norðmenn fiska gulllaks um veturin og bara teir ljósu tímarnar av samdøgrinum. Í Føroyum gera vit øvut, tí vit fiska hann um summarið og fiska bæði dag og nátt. Um náttina er vanliga lítið at fáa, so kanska vit skulu umhugsa veiðumynstrið, sigur Jónleif.
Sjey mans vóru við fyrsta túrin, men teir vóna at kunna vera seks, sum so ganga uppá skift.
Okkurt smávegis smiðjuarbeiði skal gerast umborð, men teir vóna at sleppa avstað aftur í kvøld.
Eysturbúgvin hevur fingið bókakassa og skriftstað frá Sjómansmissiónini.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald