Nýggi Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur komandi sunnudag klokkan 14 í Klaksvík, boðar JFK frá í tíðindaskrivi.
– Skipið er í dag vestanfyri Írland, og ferðin heim hevur gingið væl. Gadus stevnir inn á Klaksvíkina sunnudagin og kemur at liggja á vestursíðuni beint við Netastovuna.
– Skipið er serbygt til veiðu í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir, skrivar JFK.
Á skránni sunnudagin verða røður og tónleikur frá m.ø. Klaksvíkar Hornorkestri, og eftir dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.
Eisini letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp eftir dópin, har møguleiki verður at fáa eina máltið. Aftur hesaferð eru tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, ið koma at standa fyri matgerðini. Fish & Chips búðin stongir klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald