2020-03-24 21:45
Gadus er farin at sigla heim við 744 tonsum av flaki. Teir hava roynt í Barentshavinum, og hava verið burtur í tveir mánaðir, skrivar heimasíðan jn.fo.
Tað er ruskveður á leiðini norður úr Noreg, so túrurin heim væntast at gerast drúgvur. Flakatrolarin var á kontrolpunktinum í fyrrapartin.
Skipari er John Fuglø úr Klaksvík og manningin telur 32 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald