Innanlands

Gadus komin

Við sær heim úr Barentshavinum hevði Gadus 600 tons av flaki umframt 120 tons av mjøli og 20 tons av lýsi

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2024-10-01 23:22 Author image
Dávur Winther
placeholder

Gadus legði at í Norðhavnini klokkan 22 í kvøld.

Gadus fór avstað hálvan juli og hevur góð 600 tons av flaki, umframt 120 tons av mjøli og 20 tons av lýsi.

Teir hava verið í Barentshavinum.

Gadus leggur veiðuna upp í Norðhavnini.

Arctic Viking, sum kom klokkan 16 í dag, hevur 400 tons av rækjum, og leggur veiðuna upp hjá NFCS.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder