Uttanlands

Gadus sett kós móti Føroyum

Gadus hevur sett kós móti Føroyum við umleið 1.200 tonsum

Gadus (Mynd: Atli Hansen)

Gadus (Mynd: Atli Hansen)

2026-06-10 12:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus, sum hevur fiskað í Barentshavinum hendan túrin, hevur sett kós móti Føroyum.

Gadus hevur verið til fiskiskap síðani 30. apríl, men fiskiskapurin hevur verið skiftandi. 

Við til lands hevur Gadus umleið 1.200 tons av flaki, lýsi og mjøli, sum skal landast í Ánunum.

Gadus verður eftir ætlan í Ánunum um vikuskiftið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder