Innanlands

Finnur Fríði kemur á Gøtu klokkan 15 leygardagin

Dópur og móttøka verður í Norðragøtu. Nýggjasta skipið í føroyska flotanum verður at síggja á Gøtuvík nakað áðrenn tað

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-08-23 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Finnur Fríði fór úr Skagen tíðliga seinnapartin í gjár, og verður inni á Gøtuvík umleið klokkan 15 í morgin, leygardag 24. august. Skipið verður at síggja á víkini nakað áðrenn tað.

Dópur og móttøka verða um trý-tíðina við sangi og røðum, við kaiina í Norðragøtu.

- Reiðarí og manning vóna, at nógv fólk koma at gleðast saman við okkum. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa, sigur Varðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder