Tað kundi verið ein feigdardagur, men teir bóru boð í bý

Minnispláta varð leygardagin avdúka heima á Sandi – ikki um hending har menn sjólótust, men um hending tá tveir bátar fórust í illveðri, men allir 20 menninir vunnu upp land í sama báti

(Mynd: sandur.fo)

(Mynd: sandur.fo)

2024-09-30 19:30 Author image
sandur.fo
placeholder

Leygardagin var eitt minnismerki avdúkað heima á Sandi í sambandi við at Eplafestivalur var í bygdini.

Minnisplátan við ungmannafelagshúsið á Ljósafløtti skal minna á eina serliga hending, sum fór fram á havinum í 1940, tá óttast var fyri, at tríggjar bátsmanningar vóru sjólatnar, men tað vísti seg at allir vunnu upp land, men í einum báti.

Tað var Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur í sóknini, sum avdúkaði merkið við útgangsstøði í kenda sálminum hjá Thomas Kingo, sum byrjar við hesum orðum: Onga tíð eg frá mær váði...

Jákup Reinert Hansen vísti á, at talan var um eina stórhending, sum hendi henda dagin, tí talan var um størsta bragd, sum er framt av monnum heiman av Sandi.

Ódnarveður brast á

Heimasíðan hjá Sands kommunu greiðir soleiðis frá sjálvari hendingini:

Á morgni 14. mars 1940 fóru bátar av Sandi til útróðrar út á Hav. Tá liðið var út á seinnapartin, brast ódnarveður á, og tá ið náttin kom, vóru tríggir bátar við 20 monnum ikki komnir aftur at landi.

Teir tríggir saknaðu bátarnir vóru: Føroyingur, Vesturfarið og Riddarin, vanliga róptur Flúgvarin.

Nú er at siga frá bátunum, at teir sigldu inneftir í kavaroki og stormi. Vesturfarið sigldi undan, eftir hann, Føroyingur, og aftastur Flúgvarin. Siglt var stutt, so steðgaði motorurin á Flúgvaranum. Á Føroyingi var havt upp á mastur fyri at fáa Vesturfarið at steðga. Báðir bátarnir vendu útaftur til Flúgvaran, gjørdu fast á hann og sleipaðu so borð um borð inneftir. Stýrt varð eftir kumpassi, tí ikki sást fram um stavn fyri sjóroki og kavaroki, og náttarmyrkrið var komið á. Teir tríggir bátarnir komu undir land, men vistu ikki hvar. Flúgvarin var bundin í Føroyingin, men ólukkutíð rendi hann inn á róðrið á Føroyinginum, so teir máttu loysa hann og binda hann í Vesturfarið. Soleiðis lógu teir meginpartin av náttini.

- Føroyingurin var nú tungur við 20 sjódálkaðum monnum

Móti morgni gekk hann upp í norðan og vesturum til útnyrðing norðan. Vestfallið var komið, so tað bleiv óslætt hjá teimum at liggja har. Støðan bleiv nú álvarsom aftur, og á Vesturfarinum hildu teir seg ikki kunna hava Flúgvaran uppi í sær longur. Teir avgjørdu tí at fáa menninar á Flúgvaranum inn í sín bát og so sleppa honum. Hetta varð gjørt, men vanlukkutíð, tá ið allir eru komnir í Vesturfarið, og togið slept, kom tað um skrúvuna.  Motorurin steðgaði, og báturin lá lamin. Tá kom róp í, neyðarróp, so teir á Føroyinginum, sum tá var eitt sindur burturfrá, hildu, at hinir báðir bátarnir vóru farnir á land. Føroyingurin sigldi við fullari ferð til hinar báðar og inn ímillum teirra. Tá lupu allir úr Vesturfarinum og umborð á Føroyingin; Føroyingurin var nú tungur við 20 sjódálkaðum monnum og nakað av fiski, eini 1.200 pund.

Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyingi segði: ”Tá ið vit komu suður á Knæið, hugsaði eg, vit fóru. Vit fingu eitt brot oman móti okkum, men báturin tók tað, so einki kom inn í luv av tí. Men hann varð kastaður á síðuna, so tað stóð sprænurin aftur eftir í læ, tí allur stokkurin fór undir. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú søkkur tú, nú fer tú eftir liðini. Men báturin var avbera góður og lívligur í sjónum, so hann skræddi stokkin úraftur.”

Kláraðu akkurát inn um boðatangan

Móti morgni 15. mars kom Føroyingur inn um Boðan við 20 monnum, hinir báðir bátarnir sóust ikki aftur. Komnir inn móti Boðanum, sloknaði motorurin. Jóhan í Búðini blásti í tangan, og motorurin gekk aftur, júst so leingi, at teir náddu inn um boðabrotið, tá steðgaði motorurin og fekst ikki í gongd aftur. Teimum eydnaðist tó at koma á land úti á Eiðinum stutt innan fyri boðatangan.

”Tað sá út, sum Várharra var við í ferðini soleiðis, at vit allir skuldu bjargast,” segði Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyinginum.

”Vit eru allir afturkomnir, men í einum báti,” segði Hans Jacob í Toppigarðinum, ein av bátsmanningini á Flúgvaranum.

”Jú, jú, vit eru allir afturkomnir í øllum góðum,” segði Kristian á Túgvunum, sum var við Vesturfarinum.

Við Føroyinginum vóru: Jóan Petur í Skorti, formaður á bátinum, Hanus hjá Hanusar-Klæminti, Sofus hjá Rodmundi, Hans Jacob á Brekkuni, Jóhan í Búðini, Hildibrandur og Jens Klæmint.

Við Vesturfarinum vóru: Evald hjá Evu-Peturi, formaður á bátinum, Jóan Petur hjá Evu-Peturi, Kristian á Túgvunum, Gunnar í Skála, Jallgrímur og Torbjørn.

Við Riddaranum (Flúgvaranum) vóru: Jóan Petur undir Gøtuni, formaður á bátinum, Niels undir Gøtuni, Poul Nikels, Andrias hjá Mads, Hans Jacob í Toppigarðinum, Janus hjá Gretu og Sørin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder