Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.
Les eisini: Óvanligir gestir skolaðu upp í Koltri
- Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski. Marner á Skúrð hevði verið á útróðri, og tá hann kruvdi fiskin var ein løgin hvalspýggja í maganum.
- Eisini hava vit frætt frá fólki á Oyri, at tey hava sæð hetta slagið av hvalspýggju fyri nøkrum árum síðan.
Soleiðis skrivar Tjóðsavnið á netinum, og heldur fram:
Tað er ikki nakað, sum bendir á at hesar hava verið vanligar í Føroyum. Onki er at finna í gomlum frásøgnum, og nú heimurin er í broyting , er hugsandi at vit oftari fara at síggja hesa løgnu hvalspýggju. Aðrastaðni kunnu hesar hvalspýggjur skola upp á strendurnar í túsundatali og eru tá til stóran ampa hjá fólki.
Nýtt føroyskt navn
Hendan hvalspýggja hevur fleiri nøvn á enskum, m.a. purple sail og by-the-wind sailor. Hetta seinna navnið er í umsettum sniði eisini tað tey brúka í Danmark; har tað eitur bidevindssejler. Navnið sipar til ávísan máta at sigla við seglum í mótvindi (neyvasigling).
Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger, at hon drívur móti vindinum, og er eisini orsøk til at so nógvar kunnu reka upp á land á sama staði.
Í samráð við Málráðið hevur Tjóðsavnið gjørt av at kalla hetta hvalspýggjuslagið (Velella velella) fyri Sjókorkasegl.
Navnið hevur tríggjar liðir, sjó – korka – segl. Sjó sipar til at hetta er eitt sjódýr. Korka sipar til korkalitin (purpur), sum sæst á tí partinum, ið vendir niður. Segl vísir til tann partin av hvalspýggjuni, sum stingur upp úr sjónum og virkar sum segl.
Sjókorkasegl er at finna víða um í øllum heitari høvum. Ongar skrásetingar eru úr føroyskum og íslendskum sjógvi, men av og á eru hesar hvalspýggjur at síggja fram við norsku strondini, heilt norður til Lofoten. Tær eru nógv meiri vanligar vestaru megin bretsku oyggjarnar enn í Norðsjónum.
Føroyar liggja í útjaðarinum av har hon hevur verið at sæð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald