Árið 2025 er byrjað við nøkrum størri umbyggingum og umvælingum hjá skipasmiðjuni Mest. Hetta eru áhugaverdar umbyggingar, sum eru við til at gera flotan og vinnulívið meiri kappingarført, skrivar skipasmiðjan í tíðindaskrivi.
Farmaskipið Arklow Cadet var herfyri keypt av reiðarínum Vermland í Streymnesi. Skipið er 87 metrar langt og ein størri umbygging verður nú framd á MEST á Skála. Skipið verður umbygt til fóðurflutning og fær navnið Vermland.
Somuleiðis verður ein umfatandi umbygging av tænastuskipinum Bakkanes hjá Bakkafrost framd komandi mánaðirnar. Bakkanes verður umbygt til smoltflutning. Ein væleydnað umbygging av sama slagi var somuleiðis framd av tænastuskipinum “Martin” hjá Bakkafrost í 2024.
Strandfaraskipið Ternan er á Skála til vanligt viðlíkahald og aksiltrekk, eins og Sigatindur er komin av beding eftir vanligt viðlíkahald og smávegis stálarbeiði.
Í Havn er Arctic Viking á beding til 40 ára klassingar og ymiskt umvælingararbeiði. Jákup Sverri liggur við bryggju til vanligt viðlíkahald. Tuneq hjá Royal Greenland liggur somuleiðis við bryggju til ymiskar umvælingar og viðlíkahald komandi vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald