
Hátíðarløta var á Sjónámi í Klaksvík í farnu viku tá sjey skiparar fingu prógv.
Teir, ið fingu prógv vóru Jens Joensen, Brian Thomsen, Sveinur Bjarkason, Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Olsen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg.
Elias Zachariassen frá Skipara & Navigatørfelagnum handaði virðislønir.
Fyri besta úrslit fekk Ludvik við Stein ein grindaknív frá Skipara & Navigatørfelagnum.
Fyri gott úrslit fekk Sveinur Bjarkason ein Steiner kikara frá Norðoya Sparikassa.
Besti floksfelagið (valdur av næmingum) var Sveinur Bjarkason, sum og fekk eitt ur frá Vela-Watches.
Hanus Mikkelsen, havnameistari á Tórshavnar Havn bar fram røðu umframt Jón Nónklett, skeiðslærari og Ludvik vit Stein.
-
Aftast frá vinstru: Jens Joensen, Brian Thomsen og Sveinur Bjarkason. Fremst frá vinstru: Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Olsen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald