Innanlands

Komu við salti úr Tunesia

- Tað er sjáldan at skip hjá Navigare sigla so langt eftir last. Tó so, hetta skipið hevur verið inni á Miðjarðhavinum fyrr, og tað hevur eisini verið fleiri ferðir í Spania og Portugal, sigur Poul Falkvard, skipari

Poul Falkvard, skipari og Agnar Hansen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

Poul Falkvard, skipari og Agnar Hansen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-01-24 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tveir dagar hevur farmaskipið Hav Sund ligið á Toftum, og lossa salt til Salt Import.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og heilsaði uppá manningina. Teir vóru blíðir, og trúboðarin hevði eitt Guds orð og bøn. Bíbliuorðið valdi Bíbliuappin, og var frá Jeramia 29,11.

Hann fekk eisini eitt prát við skiparan, Poul Falkvard. Hann segði, millum annað:

- Skipið kemur frá suðureysturendanum av Tunesia, har tað lastaði 4500 tons av salti til Salt Import á Toftum. Siglingin úr Tunesia tók 13 samdøgur.

- Tað er sjáldan at skip hjá Navigare sigla so langt eftir last. Tó so, hetta skipið hevur verið inni á Miðjarðhavinum fyrr, og tað hevur eisini verið fleiri ferðir í Spania og Portugal, sigur Poul.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Sigla tit ofta við salti?

- Nei. Hetta er ikki vanlig last hjá hesum skipinum. Skipið var í Spania og tá lastin var tóm, var hon vaska sum vit altíð gera. Fyri at verja saltið, var lastin síðani kálka, áðrenn kósin var sett móti Tunesia,  sigur hann.

- Tá vit, seinni í dag, eru lidnir at lossa, verður kósin sett móti Norra. Har skulu vit lasta skerv til Ipswich í Onglandi. Síðani fara vit til Antwerpen í Belgia eftir serstøkum hvítum sandi, sum skal siglast upp til Lillesand í Norra, sigur Poul.

Teimum umborð á Hav Sund og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder