Innanlands

Myndir: Elrikni alibáturin hjá Bakkafrosti komin á sjógv

Mest hevur seinasta hálvtannað árið bygt elrikna tvíkilju til Bakkafrost. Seinnapartin varð alibáturin sjósettur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-29 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sáttmáli var undirskrivaður millum Bakkafrost og Mest 2. februar 2021, og í dag, umleið hálvtannað ár seinni, varð elrikna tvíkiljan flotað.

Verkætlanin er úrslit av føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum har fígging varð játtað til verkætlan, ið hevur til endamáls at gagnnýta orkuframleiðslu í fjarskotnum økjum á ein meira skynsaman og burðardyggan hátt.

Ítøkiliga snýr tað seg um at gagnnýta sonevnda avlopsorku, sum er orka, ið verður framleidd og er til taks á elkervinum, men sum ikki verður nýtt. Serliga er talan um at gagnnýta orkuna, ið verður framleidd um náttina og í vikuskiftunum.

SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku.

Elrikni alibáturin verður handaður Bakkafrosti um nakrar vikur.

Sí myndir, vit tóku á Mest skipasmiðjuni seinnapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder