Nærkast til Høgaberg kemur í flotan

Tað gongur framá við at gera nýggja Høgaberg kláran at lata Framherja í Fuglafirði

Høgaberg (Mynd: Karstensens Skibsværft)

Høgaberg (Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-12-22 16:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggja Høgaberg í Skagen.

Skrokkurin til skipið kom til Skagen í mars mánaða, og skipið skuldi eftir ætlan koma í flotan í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær at skipið er munandi seinkað.

Talan verður um eitt skip, sum er 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.400 tons.

Skipið verður mest sum systurskip hjá nýggja Finn Fríða, sum Varðin í Gøtu fekk handað í august í ár, tó lastar Høgaberg eitt vet meira.

Prísurin á nýggja Høgabergi liggur um 350 milliónir krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder