- Vit takka fyri pakkarnar, sum eru til stóra gleði. Tá skipið var í Brake í Týsklandi fekk manningin pakkar frá sjómansmissiónini har. Tí fær manningin í ár pakkar frá tveimum ymiskum sjómansmissiónum.
Miðskeiðis í desember lá farmaskipið Hav Atlantic á Fuglafirði. Skipið kom úr Brake í Týsklandi við last til Havsbrún.
Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum, fekk hann eitt prát við stýrimannin Róland Joensen og skiparin Martin Gøte.
Uppá fyrispurning um hvussu rutan hjá skipinum sá út fram til jóla, søgdu teir:
- Tá vit eru lidnir at lossa her í Fuglafirði, liggur leiðin til Karmoynna í Norra. Har koma vit at lasta og síðani sigla heilt upp til Mýre í Norður Norra.
- Síðani vita vit ikki um vit skulu sigla tómir suðuryvir aftur ella vit fáa last. Tá nærkast vit jólum, og tá hendir ikki nógv á vinnuliga økinum, hvørki her í Norra ella aðrastaðni í Skandinavia, siga teir.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Vit takka fyri pakkarnar, sum eru til stóra gleði. Tá skipið var í Brake í Týsklandi fekk manningin pakkar frá sjómansmissiónini har. Tí fær manningin í ár tveir pakkar frá tveimum ymiskum sjómansmissiónum, so tað kann ikki annað gerast eini gleðilig jól, siga teir brosandi.
Nevnast kann, at Hav Atlantic hevur lasta skerv í Norra, sum skal siglast til Føroyar. Teir fóru úr Norra 23. desembur, og hava sjaskveður á heimleiðini, og koma at halda jól ávegis til Føroyar.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald