Tíðin fer frá øllum, og soleiðis er eisini hjá uppsjóvarskipinum Fagraberg, sum Framherji hevur átt seinastu 20 árini. Men nú er skipið lagt, og avloysarin kemur fyrsta dagin í føroyska flotan.
Tað var ein gleðisdagur tá ið Eiler Jacobsen kom til Føroya fyri fyrstu ferð við nýggju Krúnborg, sum varð bygd í Noregi. Talan var um eitt tað størsta og mest framkomna skipið av sínum slag í 1999.
Krúnborg skuldi avloysa eitt eldri uppsjóvarskip við sama navnið, og hóast tað bleiv tungt at dríva uppsjóvarskip fyrst í hesi øldini vendist gongdin, og fleiri í uppsjóvarvinnuni kláraðu skerini.
Í 2006 keypti Framherji Krúnborg við kvotum, og síðani hava pílarnir peikað beint uppeftir hjá skipinum.
Alt fær tó ein enda, og tíðin hjá Fagraberg, sum partur av flotanum hjá Framherja, er einki undantak.
Framherji hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene fyri 250 milliónir krónur, og skipið er júst komið til Hetlands frá seinasta túrinum, og nú skal útgerð og annað í land áðrenn skipið skal til Skagen, har tað skal handast nýggju eigarunum.
Tó skal skipið líka í dokkina í Skagen, áðrenn tað kemur til Føroya.
Nýggi Fagraberg fær ikki eyðkeyndu litirnar hjá Framherja við beinanvegin, men ætlanin er at skifta litin einaferð í framtíðini.
Nýggi Fagraberg er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 2018, og er 82 metrar langur, 17,2 metrar breiður og hevur ein MAN høvðusmotor við umleið 10.000 hestum. Skipið lastar umleið 3.000 tons.
Avloysaraskipið er ikki útgjørt til at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski, og fer tí ikki at fiska lodnu, og tí verður tað Høgaberg, sum kemur at fiska lodnukvotuna hjá Framherja.
Í sambandi við at Framherji hevur keypt nýtt uppsjóvarskip fyri Fagraberg, skal núverandi Fagraberg seljast.
Útgerð og annað er tikið í land, og skipið liggur í løtuni á Søldarfirði, og har verður tað helst liggjandi til tað er selt.
-
Fagraberg liggur nú á Søldarvirði og skal seljast (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Krúnborg í ger í Noregi (Mynd: Shipspotting)
-
Krúnborg (Mynd: John Martin Olsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald