Uttanlands

Fleiri skip farin á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi

Fiskiskapurin eftir lodnu er nú veruliga við at taka seg upp í íslendskum sjógvi

Gøtunes hevur sett kós móti lodnufeltinum í íslendskum sjógvi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes hevur sett kós móti lodnufeltinum í íslendskum sjógvi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-11 10:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Finnur Fríði hevur landað fyrstu lastina av lodnu í Føroyum, og uppsjóvarskipið er farið aftur til fiskiskap eftir lodnu í íslendskum sjógvi.

Gøtunes, sum eisini hoyrir til Varðan, hevur eisini sett kós móti lodnufeltinum og Christian í Grótinum liggur á Ánunum og riggar seg til fiskiskap eftir lodnu.

[object Object]

Finnur Fríði á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

Gøtunes hevur eina kvotu á 1.574 tons eins og Finnur Fríði, meðan Christian í Grótinum hevur eitt vet meira - 1.719 tons.

Uppsjóvarskipini fiska lodnu við nót og á leiðini, har skipini royna eru eisini íslendsk og grønlendsk skip.

[object Object]Christian í Grótinum liggur í Ánunum og riggar seg til at fara á lodnuveiðu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umframt Gøtunes, Finn Fríða og Christian í Grótinum so hava eisini Norðborg, Tróndur í Gøtu og Høgaberg fingið lodnukvotu í ár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder