Innanlands

Myndir: Nýggi Fagraberg komin á Fuglafjørð

Seinnapartin kom nýggi Fagraberg á Fuglafjørð

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-03-31 19:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í regninum seinnapartin kom nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja á Fuglafjørð.

Nýggi Fagraberg er bygdur í 2018, men er sum eitt spildur nýtt skip.

Skipið bleiv upprunaliga bygt til Hetlands, og hetlendingar fiska ikki uppá sama máta sum vit gera, og merkir hetta at skipini hjá hetlendingum eru munandi minni brúkt enn okkara, hóast nýggi Fagraberg er átta ár.

Nógv fólk vóru komin oman á keiina at taka ímóti nýggja skipinum, sum fer til fiskiskap eftir páskir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder