Innanlands

Myndir: Rescue Lív aftur á Havnini

Eftir umfatandi og drúgva uppstiging hevur bjargingarfelagið í Havn aftur sín egna bát í føstu tilbúgvingina

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-04-30 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið kom bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue Lív, á Havnina eftir ein langan túr úr Djupvik við vesturstrond Svøríkis.

Tað er meira enn hálvtannað ár síðani, at kósin varð sett til Djupvik, har bjargingarbáturin skuldi uppstigast á bátasmiðjuni SwedeShip. Upprunaliga varð roknað við, at arbeiðið fór at vera liðugt í mai mánaði 2024, men nú vísir tað seg, at tað skuldi ganga eitt ár út yvir tað, áðrenn Rescue Lív aftur var á Havnini.

- Arbeiðið gjørdist rættiliga nógv meira umfatandi, enn vit roknaðu við upprunaliga, og tað er orsøkin til seinkingina, greiðir Magni á Deild, frá Bjargingarfelagnum, sum sjálvur var við á ferðini heim.

Varð keyptur í 2019

Við umfatandi uppstigingini er Rescue Lív næstan sum nýggjur, lýkur øll krøv til ein slíkan bát, og er framtíðartryggjaður minst 20-25 ár út í framtíðina, sigur Magni.

Bjargingarbáturin varð í 2019 keyptur úr Svøríki. Hann hevði tá navnið Tanum, men fekk seinni navnabroyting til Rescue Lív, eins og undanfarni báturin hjá bjargingarfelagnum hevði.

Báturin er bygdur í 1996, og tað hevur allatíðina verið ætlanin at uppstiga bátin, og skifta motorarnar út.

Motorarnir á Rescue Lív vóru 675 hestakreftir hvør. Nýggju motorarnir av slagnum Scania eru á 1.000 hestar hvør, sum gevur bátinum eina ferð á yvir 30 knob.

Komu upp á 33 míla ferð

- Á heimferðini komu vit eina løtu upp á 33 knob meðan vit sigldu innanskerðs í Noregi, sigur Magni á Deild, sum roknar við, at báturin nú saktans kannhalda eina ferð á 28 knob í øllum veðri í føroyskum sjógvi.

Umframt ferðina, so hevur Rescue Lív nú eina sleipimegi – pelatrekk – á 10 tons, sum er rættiliga nógv. Pressarin hjá skipasmiðjuni, sum er bygdur sum sleipibátur, hevur eitt pelatrekk á 12 tons, til sammetingar.

Alt í sambandi við framdriftina á bátinum er skift út. Umframt motorarnar er talan um nýggj kervi, akslar og skrúvur. Av tí at motorarnir eru nakað størri enn teir gomlu, so skuldi eitt skott í maskinrúminum flytast einar 30 sentimetrar, og hetta var millum annað við til at gera arbeiðið rættiliga nógv meira kompliserað.

So gott sum alt innan í bátinum er nú nýtt – ikki minst navigasjónsútgerðin á brúnni. Eisini er nógv annað á dekkinum, so sum lúkur, skiftar út. Alt bakdekkið skuldi eisini styrkjast, fyri at kunna halda til størri trekkikraftina. Alt hetta var orsøk til, at arbeiðið gjørdist so umfatandi.

10 tímar úr Lerwick í Álaker

Teir vóru seks mans við á heimferðini – fimm føroyingar og so eitt umboð fyri svensku bátasmiðjuna. Skipari á heimferðini var Stendor Johannesen, hvørs vanliga yrki er á brúnni á einum av Maersk-skipunum.

Tað tók 10 tímar at stima úr norska skergarðinum til Lerwick í Hetlandi, og aftur 10 tímar úr Lerwick til Havnar har teir komu um hálvgun ellivu tíðina í gjárkvøldið.

Rescue Lív liggur nú á nýggjum plássi í Álakeri, klár at leggja frá landi at hjálpa neyðstøddum á sjónum í farvatninum nærhendis høvuðsstaðin.

Sigla Arun aftur til Klaksvíkar

Hesa drúgvu tíðina, meðan Rescue Lív hevur verið til umvælingar í Svøríki, hevur Rescue Arun hjá Norðoya Bjargingarfelag tikið vaktina í Havn.

- Vit hava við stórari vælvild lánt Arun frá norðoyingum ‘kvit og frit’. Tað eru vit takksom fyri. Vit fara nú at sigla bátin norður aftur til Klaksvíkar og takka fyri lánið, sigur Magni á Deild.

Tá Norðoya Bjargingarfelag fekk nýggjan bjargingarbát, gjørdist Arun tøkur. Væntandi fer Norðoya Bjargingarfelag nú at selja Arun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder