
Leygardagin 26. apríl skolaði ein rípuspringari (Stenella coeruleoalba) upp á Leynasand.
Havstovan skrivar á heimasíðu sínari, at hann tyktist nýliga deyður. Hetta springaraslagið er ein sjáldsamur gestur, og er bert skrásett 4 ferðir áður í Føroyum.
Um serstaka springaran skrivar hav.fo soleiðis:
- Talan var um ein kallhval, ið var 2,19 m langur og vigaði 89 kilo. Hann hevði ikki nakran sjónligan skaða, hvørki inn- ella útvortis, men var nakað rak. Magin var tómur, og hann var ikki mettur at vera kynsbúgvin.
Rípuspringari kann gerast 58 ára gamal. Fullvaksin vigar hann um 150-160 kg, har kvennhvalur verður upp til 240 cm og kallhvalur upp til 260 cm langur.
- Rípuspringari er at finna víða um í Atlantshavinum, tó vanliga sunnan fyri føroyskt sjóøki, uttan fyri hellingina, einamest har sjóvarhitin er millum 16 og 24 stig. Hann finnur sær føði bæði uppi í sjónum og niður á 700 m dýpi. Føðin er smáur fiskur, høgguslokkur og eisini krabbadjór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald