2025-04-30 14:48

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað 2.300 tons av svartkjafti í Fáskrúðsfirði í Íslandi.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Lodnuvinsluna, og Tróndur í Gøtu fer aftur á svartkjaftaveiðu aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald