Innanlands

Nógv virksemi á Mest á Skála

MEST hevur úr at gera við ymiskum uppgávum í dokkini, á bedingini og við bryggju á Skála

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2024-07-17 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

MEST hevur úr at gera við ymiskum uppgávum í dokkini, á bedingini og við bryggju á Skála.

Sandshavið er á bedingini og fær umfatandi yvirflatuviðgerð - við hátrýst vatnblásing, grundmáling og so endaligt har skipið verður málað. Somuleiðis verða minni arbeiðir eisini framd umborð. Somuleiðis er arbeiðsbáturin Tjaldurshella hjá SJH Divers úr Vestmanna á bedingini til sýn og vasking/máling, skrivar Mest.

Fagraberg er í dokkini til klassingar, motorarbeiði og vaska og mála botn - uppá lúnning.

Gøtunes liggur við bryggju og fær uppstiga RSW skipanina umborð og við sunnaru bryggju liggur tænastuskipið "Martin" hjá Bakkafrost til umfatandi umbygging. Skipið verður umbygt til smoltflutning, sigur Mest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder