Innanlands

Stelkur og Bakur síggja út sum nýggir

Partrolararnir Stelkur og Bakur hava verið á beding hjá Mest í Havn, og síggja nú út sum nýggir

Bakur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Bakur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-07-14 11:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hevur parið verið til víðlíkahaldsarbeiði hjá Mest, umframt at annað arbeiði er gjørt við skipini.

Stelkur og Bakur hava verið heimahoyrandi í føroyska flotanum seinastu skjótt 23 árini.

Tað var felagið Faroe Seafood, sum lat parið byggja í Spania, og seinni endaðu tey undir Faroe Origin eftir, at Faroe Seafood fór á húsagang.

Í dag hava eigararnir í Faroe Origin, sum eru Framherji í Fuglafirði og Varðin í Gøtu, tikið øll fýra fiskiskipini úr felagnum hjá Faroe Origin, og koyrt tey undir feløg hjá teimum báðum reiðaríðunum. 

Varðin eigur Stelk og Framherji eigur Bak. Heykur og Falkur eru somuleiðis tiknir úr Faroe Origin, og hoyrir Heykur til Varðan og Falkur til Framherja. 

Somuleiðis hava Falkur og Bakur fingið heimstað í Fuglafirði umframt at øll fýra skipini eru merkt við búmerkunum hjá Framherja og Varðanum. Stelkur og Heykur eru framvegis heimahoyrandi í Runavík.

Stelkur og Bakur eru nú við at verða lidnir hjá Mest í Havn, og fara so aftur til fiskiskap eftir upsa undir Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder