Innanlands

Grønlendsk skip landa í Føroyum

Polar amaroq og Polar Ammassak skulu landa makrel í Føroyum

Polar Amaroq (Mynd: Sigmund av Teigum)

Polar Amaroq (Mynd: Sigmund av Teigum)

2025-07-14 20:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendsku skipini Polar Amaroq og Polar Ammassak eru komin inn at landa í Føroyum.

Polar Amaroq hevur umleið 600 tons av frystum makreli, sum skal landast í Kollafirði og umleið 450 tons av avskurði til Havsbrún.

Polar Ammassak hevur 550 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos.

Bæði skipini hava fiskað makrel í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder